Samvirkin talvaloysn uttan samvirkna talvu
Vit kunnu nú bjóða samvirknar talvuloysnir, sum eru grundaðar á samvirknar vørpur. Tað vil siga, at her er samvirkna tøknin innbygd í sjálva vørpuna og tí er ikki neyðugt longur við samvirknari talvu.
Vørpan kann í grundini lýsa á og gera eina og hvørja bakgrund samvirkna - hygg eftir video-framløguni frá Epson niðanfyri.
Til dømis kann vørpan eisini setast at lýsa niður á eitt borð og harvið gera tað samvirkið - ella niður á gólvið - ella onnur hugskot?
Samvirknu vørpurnar hjá okkum eru frá Epson, Hitachi og Sanyo. Onkur skúli í Føroyum royndarkoyrir í løtuni hesa loysnina og aðrir hava longu bílagt.
Trýst her fyri at heinta ein faldara frá Epson um samvirknu vørpuna.
Ring til okkara á 29 00 80 ella send epost til Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. um tú hevur hug at hoyra meira um samvirknar vørpur.
Vælkomin til VISIO FO
VISIO FO fæst burturav við sølu, uppseting og tænastu til audio-visuellar loysnir - og hvat er so tað?
Jú, tað kanst tú lesa meira um her undir Um VISIO FO.
Hendan heimasíðan er ikki grøn, men tó flunkandi nýggj, og á síðunum kanst tú lesa um samvirknar talvuloysnir og aðrari spennandi útgerð, umframt at tú í okkara vøruskrá sært samlaða vøruyvirlitið við prísum og tekniskum lýsingum.
Tá ið tað kemur til audiovisuellar loysnir, samvirkna tøkni og tøknilig undirvísingaramboð kunnu vit vera við bæði tá ið tit ynskja tað bíligastu loysnina og eisini tá ið tit á hinum borðinum hava onkran serliga krevjandi tørv, ið krevur serkunnleika og bestu tøknina á marknaðinum.
Frægast er oftast at byrja við einum práti - vit ráðgeva fegnir og eru fyri tað mesta fittligir at tosa við. Tú hoyrir málið í okkum á telefon 29 00 80.
Skuldi tú hinvegin brent inni við onkrum smávegis ivamáli ella hevur tú viðmerking um okkurt í okkara verð, so kanst tú her senda okkum eini boð.
Samskifti
- VISIO FO
undir Brekku 1
FO-600 Saltangará
- +298 29 00 80
- visio@visio.fo
- Vit svara telefonini gerandisdagar kl 9-16
Tíðindabræv?
Hvat ger VISIO FO?
Jú, tað kanst tú lesa meira um her undir Um VISIO FO.
Vørur kontra loysnir
Nógvar av okkara vørum kunnu við fyrsta eygnabrá gott vera tykkum eitt sindur tekniskar og fremmandar. Men vit eru fittligir at tosa við og samanseta gjarna eina loysn ella eitt tilboð til júst tykkum.
Allir vístir prísir eru uttan mvg.


